Uppsjóvarvinnan í Skotlandi hevur eftir øllum at døma lagt eitt so stórt trýst á eftirlitsmyndugleikarnar í landinum, at skotska sjóverjan í løtuni krevur øll føroysk uppsjóvarskip, sum fiska nærindis Hetlandi, at leggja leiðina fram við Lerwick til kanningar.
Í Lerwick verður kannað, um øll viðurskifti hjá føroysku skipunum eru eftir bókini.
Herfyri kravdi sjóverjan, at Christian í Grótinum legði til bryggju í Lerwick, og her lógu skip og manning í tvey samdøgur, áðrenn loyst varð aftur ímóti, at reiðaríið reisti eina trygd á umleið 200.000 krónur.
Seinasta fríggjadag kravdi skotska sjóverjan, at eitt annað føroysk uppsjóvarskip - Næraberg - legði inn í Lerwick til eftirlitskanningar.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari, heldur, at so leingi, sum skipini fiska nærindis Hetlandi, er hesin trupulleiki ikki so stórur, men um skipini fiska vestari á leiðini, og skotar framhaldandi vilja hava skipini inn til Lerwick, gerst trupulleikin størri. Tá kann hetta gerast eitt sindur strævið.
- Sum er, tarnar hetta ikki stórvegis, um føroysku skipini annars hava "reint mjøl" í posanum, sum hann tekur til. Kristian Martin Rasmussen heldur ikki, at skotsku fiskiveiðimyndugleikarnir eiga at hava nakað at seta fingurin á hjá føroysku uppsjóvarskipunum.
Hann vísir á, at vanligt hevur verið, at siglt verður til eitt kontrolpunkt, sum gjarna er á leiðini heim, har høvi er hjá sjóverjuni at kanna skip og veiði, áðrenn skipið fer úr fremmandum sjógvi og heim at landa.
- Men, nú er so fyribils líkt til, at skotska sjóverjan vil hava føroysku skipini til lands, og tað kann saktanst fara at gerast ein trupulleiki, tá roynt fer at verða á øðrum leiðum, enn skipini royna í løtuni, sigur Kristian Martin.
Tað er Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd. Maðurin vinstrumegin er Kristian Martin Rasmussen, reiðari.