Seinastu tíðina hava verið gitingar um, at Sjúrður Skaale fór at melda seg inn í Javnaðarflokkin, og í morgun vórðu so hesar gintingar váttaðar.
Javnaðarflokkurin kallaði inn til tíðindafundar longu klokkan 8.30 í morgun, og sum Portalurin staðfesti vórðu tíðindini tey, at Sjúrður Skaale hevði limað seg inn í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.
Tað stóð greitt á fundinum, at tað fyrst og fremst var ein fólkatingssessur, ið hevði fingið Sjúrð Skaale at tikið avgerð um at melda seg inn í Javnaðarflokkin.
Um danski Javnaðarflokkurin vinnur valið – so sum at í løtuni bendir á – er tað av stórum týdningi, at tað verður eitt umboð úr føroyska Javnaðarflokkinum, sum fær sæti á Fólkatingi, løgdu bæði Sjúrður Skaale og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum dent á.
Um orsøkina annars fyri at fara upp í Javnaðarflokkin segði Sjúrður Skaale, at hann í flestu stóru málunum hevði drigið somu línu sum flokkurin.
- Serliga innan mentanarmál og skúlamál havi eg verið samdur í tí kós, sum Helena Dam á Neystabø hevur lagt, bæði tá tað kemur til tey størru málini, men eisini í smærru málunum, sigur Sjúrður Skaale.
Breið semja
Spurdur, um skiftið merkir, at hann púra hevur slept sjálvstýrishugsjónini sigur Sjúrður Skaale, at tað hevur hann ikki.
- Men tað er ein sannroynd, at skulu vit taka stig á sjálvstýrisleið er neyðugt, at talan verður um eina breiða semju. Tí haldi eg ikki tað er í andsøgn, at eg nú eri limur í Javnaðarflokkinum, sigur Sjúrður Skaale.
Á tíðindafundinum upplýsti nú fyrrverandi tjóðveldismaðurin, at hann í dag fer at melda seg inn í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, og so verður uppstillingin til fólkatingsvalið tikin harfrá.
- Eg havi tosað nógv, serliga við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, og vit eru báðir samdir um, at tað er óvirðiligt, at sita á tveimum stólum. Tað er ósambæriligt, bæði at siga á Løgtingi og á Fólkatingi í senn, og tað er serliga út frá hesum, at vit báðir eru samdir um, at eg skal stilla upp til fólkatingsvalið, sigur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at tað liggur ikki í kortunum, at stilla upp til løgtingsvalið.
- Verður fólkatingsvalið ikki avgreitt, áðrenn løgtingsvalið verður útskrivað, ella verða bæði valstríðini førd í senn, er heilt vist, at eg ikki stilli upp til løgtingsvalið. Hendir tað, at Fólkatingsvalið er av, áðrenn løgtingsval verður útskrivað, og eg ikki eri komin á Fólkating, so er støðan ein onnur, og so taka vit tað harfrá, sigur Sjúrður Skaale.
Nær stjórnini
Bæði Sjúrður Skaale og formaðurin í Javnaðarflokkinum leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er at hava eitt føroyskt fólkatingsumboð, sum stendur komandi donsku stjórnini nær.
- Tað eru stórmál, ið standa fyri framman. Fyri fyrstu ferð eru Føroyar endaðar á hægsta stigi í ES í sambandi við makrelmálið, og tað er álagt fiskivinnukommiserinum hjá ES at fyrireika handilsligar sanktiónir mótvegis Føroyum, og tað er eitt mál, sum danska stjórnini verður álagt at umsita, sigur Sjúrður Skaale.
Eisini í øðrum málum, men alt í síni heild er tað av stórum týdningi, at tað verður eitt javnaðarumboð, ið verður valt á Fólkating, serstakliga tá tað nú eru ábendingar um, at Helle Thorning Smith verður komandi danski forsætisráðharrin.
Men væntar Sjúrður Skaale, at hann megnar at fáa sínar veljarar úr Tjóðveldi við sær yvir í Javnaðarflokkin?
- Nei, tað vænti eg ikki. Í hvussu er ikki allar, sigur nýggi tingmaður Javnaðarfloksins, ið heldur ikki væntar, at tað fer at ávirka hansara trúvirði skeivan veg, at hann nú hevur skift flokk.
Samríkisflokkur
Aksel V. Johannesen er sum vera man fegin um, at fáa ein atkvøðuslúkara í hart kroysta flokkin.
- Vit hava drigið somu línu í flestu málum, og tað skapar eisini grundarlag fyri samstarvi frameftir, slær formaðurin fast.
Hinvegin slær hann eisini fast, at við upptøkuni av Sjúrði Skaale í tingbólkin, verður kósin ikki broytt til sjálvstýrisleið.
- Javnaðarflokkurin er ein samríkjaflokkur, tað staðfesti eg á landsfundinum, tá eg varð valdur formaður, og teirri kósini víkja vit ikki frá. Men tá tað er sagt eru vit opnir fyri, at føroyingar kunnu yvirtaka fleiri og fleiri økir at umsita, tað skal bara gerast fíggjarliga forsvarligt, men vit ynskja ikki at kvetta við Danmark, sigur Aksel V. Johannesen.
Tað tykist tí greitt, at Sjúrður Skaale má sleppa allari hugsan um einar sjálvstøðugar Føroyar, bæði nú og í nærmastu framtíð.
Men so, sum tað ljóðar á nýggja javnaðarmanninum, er tað heldur ikki hetta, ið liggur fremst í huganum.
- Nú taka vit fólkatingsvalið fyrst, og so mugu vits íggja, hvat síðani hendir, sigur Sjúrður Skaale, javnaðarmaður.