Kann gerast ein vanlukka

Um strikan av egingjaldinum ikki verður kompenserað við aðrari játtan, verður avtøkan av gjaldinum ikki nøkur hjálp til barnafamiljurnar.

- Er hinvegin ætlanin, at strikaða egingjaldið ikki verður kompenserað fult út við aðrari játtan, so er avtøkan av gjaldinum ikki nøkur hjálp til barnafamiljurnar, men tvørturímóti ein vanlukka fyri bæði børn, foreldur og dagstovnar, skrivar Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

 

Jógvan Philbrow hevur eisini hoyrt ætlanirnar hjá ávísum kommunum at lækka ella strika foreldragjaldið, umframt at skipa fyri eini matarskipan. Samstundis sum hann heilsar hesum uppskotunum vælkomnum, ávarar hann tó móti, at játtanin til dagstovnarnar ikki verður skerd.

 

- Vit hava fyrr sæð, at lækkingar í stovnsgjaldinum í onkrum kommunum stutt eftir hava havt umfatandi sparingar á økinum við sær. Gongdin hevur verið, at meira skal fáast fyri minni, og einasti munagóði mátin at spara pengar úti á dagstovnunum er at minka um hendurnar, sum eru um børnini, skrivar hann, og heitir tí á politisku skipanina, um at bera so í bandi, at eitt minstamark verður sett á tímanormeringina á hvørjum einstøkum stovni.

 

- Útmeldingarnar í hesum døgunum gera tað enn meira neyðugt at tryggja, at eitt minstamark – ein minimumsnormering – verður ásett við lóg. Tí annars er vandi fyri, at vælmeintar ætlanir um lækking ella avtøku av stovnsgjaldi og matarskipanir gera meira skaða enn gagn, tá saman um kemur, skrivar Jógvan Philbrow á heimasíðu felagsins.