- Sum støðan í samfelagnum er nú, er tað skeivt at brúka 135 milliónir upp á at byggja eina nýggja granskarapark í Føroyum.
Tað heldur Magnus Danielsen, professari á Fróðskaparsetrinum.
Sostatt mælir hann løgtinginum frá at taka undir við ætlanini at byggja eina nýggja granskarapark.
Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at byggja eina granskarapark, sum er mett at kosta 75 milliónir krónur.
- Hetta er peningur til ein bygning og ikki til vísindaligt arbeiði, staðfestir Magnus Danielsen.
Men harafturat er ætlanin at brúka útvið 60 milliónir krónur at reka parkina fyri tey næstu fýra árini. Sostatt fer granskaraparkin at kosta skattgjaldaranum tilsamans einar 135 milliónir krónur.
Ein koddi
Magnus Danielsen sigur, at fara politikararnir at brúka eina so stóra upphædd upp á ein bygning,
er vandi fyri, at hetta verður ein koddi so at tað fer at vera torført eisini at fáa teir at játta pening til vísindaligt arbeiði..
Magnus Danielsen heldur, at hetta er ein veruligur vansi, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu torført tað higartil hevur verið at fáa politikararnar at játta pening til vísindaligt arbeiði.
- Brúka teir 135 milliónir upp á eina granskarapark er vandi fyri at politiskur vilji ikki eisini verður til at játta meiri pening til veruligt granskingarvirksemi.
Hann sigur, at upphæddin til granskaraparkina skal samberast við, at vit annars ikki brúka meiri enn 84 milliónir til gransking í Føroyum um árið - og tá er talan um bæði privata og almenna fígging.
- Við tí í huga, at politiski viljin at økja um granskingina í Føroyum er á einum út av lagi lágum støði, kunnu hesar 130-140 milliónirnar til eina granskarapark fáa politiska viljan til íløgur í veruliga mennandi gransking aftrat, til at falla til næstan eitt nullpunkt, sigur hann.
Professarin heldur, at tað hevði verið nógv betri at brúkt peningin til at styrkt teir vísindaligu stovnarnir, vit hava.
- Varð peningurin brúktur til beinleiðis at fremja gransking á teimum stovnunum vit hava, høvdu vit fingið nógv skjótari úrslit, enn vit fáa við eini granskarapark.
Niðurpínt
Men er tað ikki bara gott, at tað almenna ger eitt munagott átak fyri at bøta um karmarnar fyri granskingina?
- Tað skuldu teir gjørt við at styrkt teir granskingarstovnarnir, sum eru, fyrst og fremst Fróðskaparsetrið, sum er universitetið í Føroyum, men eisini aðrar stovnar.
- Tað, sum føroysk gransking líður so illa undir, er, at vit hava eitt niðurpínt Fróðsksparsetur og tað er støðan í Føroyum, hóast londini rundanum okkum júst leggja stóran dent á at menna universitetsgransking.
- Sjálvandi er tað av alstórum týdningi at vit menna gransking, men trupulleikin við granskaraparkini er, at peningurin verður brúktur skeivt eftir mínum tykki, tí hann var betri farin, var hann brúktur til at menna Fróðskaparsetrið og aðrar vísindaligar stovnar, sum fáast við gransking, sigur Magnus Danielsen.
Les eisini síðu 6.










