Hjalgrím Elttør staðfesti stutt undan leikloki 2-0 NSÍ sigurin. Hann var væl nøgdur við úrslitið, men Hjalgrím sigur seg rokna við, at spælið kann gerast betri, enn tað var hesa ferð:
-Eg haldi, at dysturin var eitt sindur rótutur. Vit eiga at megna betri samanspæl, enn vit vístu hesa ferð, og eg rokni við, at tað fer at verða betri. Sammett við í fjør skulu vit spæla fleiri nýggjar menn inn á liðið, og tað tekur sína tíð. Vit hava spælt tríggjar ferðir, og eg haldi, at vit kunnu vera nøgdir, eftir at vit hava vunnið á B71 á heimavølli og B68 á útivølli og spælt javnt í Gundadali ímóti B36.