Kann gera kvetti

Maria Borelius fekk bara átta dagar í starvinum sum svenskur handilsmálaráðharri. Hon fær tí ikki tær 97.000 svensku krónurnar, sum hon hevði ætlað sær í mánaðarløn tey næstu fýra árini. Heilt sør verður hon kanska ikki. Sambært Aftonbladet eru ongar reglur um, hvat ein ráðharri skal fáa í eftirløn, tá hann fer frá eftir so stuttari tíð. Tað vanliga er eftirløn í eitt ár, so kanska fær Maria Borelius 1,2 mió. krónur burtur úr kortini.