Kann gera óbótaligan skaða

Er taðing viðhvørt bara ein umbering fyri at sleppa av við burturkast fyri einki?

Tað eru tey, sum halda, at í fleiri førum snýr taðing við tøðum, og øðrum lívrunnum evnum, seg meiri um bíliga burturbeining av burturkasti, enn tað snýr seg um at fáa betri gróður.

 

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon vísir eisini á, at fyrilitarleys taðing kann gera óbótaligan skaða á viðbrekin náttúruøki

 

Nú vil hon hava partakvinnuna, Sirið Stenberg, sum er landsstýriskvinna í umhvørvismálum, at greiða frá, um hon heldur, at tað sum fer fram við taðing við tøðum og fiskasúrløgu, er nøktandi.

 

Hon spyr eisini, hvussu tey tryggjað sær, at taðað verður soleiðis, at tað ikki skaðar viðbrekin náttúruøki, fuglalív ella sjáldsamar plantur ella lekur í drekkivatn, áir og vøtn? Hon vil eisini hava at vita, hvussu tey tryggja sær, at bøndur ikki taðað, tá ið lendið er fryst ella kavi liggur, so at jørðin ikki fær tikið ímóti taðingini?

 

 Bjørt Samuelsen vísir á, at endamálið við lógini er, at taðað verður soleiðis, at náttúran ikki verður dálkað, og skaði ikki gjørdur á viðbreking náttúruøki - lendi, vøtn og áir.

 

Hinvegin skulu tøðini verða eitt tilfeingi, sum bøtir um lendið.

 

- Javnan síggjast spor eftir óhepnari taðing í náttúruni, eitt nú liggur fiskasúrløga á kavafonnum, mykja á frystari jørð, ella alt ov nær vøtnum og áum, sigur Bjørt Samuelsen.