Kann ganga heilt galið

Hermann Oskarsson sigur, at bæði OECD, Heimsbankin, IMF og ES hava øll givið sínar metingar um støðuna og, hvussu kreppan fer at laga seg tey næstu árini.

Øll eru at kalla samd um tað stóru linjurnar, hóast tað eru nakað ymsar meiningar um smálutirnar.

- Øll eru samd um, at tað fer at ganga heilt illa, tí vit fara at fáa eitt beinleiðis fall í BTÚ, altso framleiðslu og virðisøking upp á eini 3% og tað er ikki hent seinastu 60 árini.

Metingarnar vísa, at í ár og næsta ár, fara almennu kassarnir í summum londum kring okkum at hava hall upp á 10-15% av bruttotjóðarúrtøkuni.

Tað svarar til einar tvær milliardir í okkara støðu og tað er nógvar ferðir verri enn støðan veruliga er hjá okkum.

Hermann Oskarsson sigur, at okkara hall hjá almennu kassunum líkist tí í Danmark og øðrum londum í Evropa, har tað í veruleikanum gongur hampiliga væl. Har er hallið eini 4%-5% av bruttotjóðarúrtøkuni og hallið hjá okkum er á ongan hátt nakað ógvusligt.

Hann leggur afturat, at harafturat eru Føroyar í teirri hepnu og góðu støðu, at vit hava onga almennu skuld yvirhøvur.

- Sostatt hava vit onki at stúra fyri, tí føroyski landskassin er ógvuliga væl fyri at átaka sær ta skuld, sum er neyðug fyri at forða fyri arbeiðsloysi og fráflyting.

Hann sigur, at tað er ómøguligt at siga nakað um, hvussu djúp kreppan verður. Eitt nú hevur fiskiskapurin ógvuliga nógv at siga.

Men vit mugu taka støði í frá teirri støðu, sum er nú og tað er, at botnfiskurin sær ikki væl út, men at alingin er nokk so væl fyri.

- Tí sær støðan miðal vánalig út. Tað sær ikki gott út, men heldur ikki katastrofalt. Men tað, vit allarminst hava brúk fyri, er, at tað almenna førir ein afturhaldspolitikk, sum ger kreppuna djúpari enn neyðugt.

Sjálvur væntar hann, at arbeiðsloysi í byggivinnuni og tænastuvinnuni fer at veksa. Men nógv er treytað av, hvør politikkur verður førdur og tað er fremsta uppgávan hjá tí almenna at forða fyri arbeiðsloysi. Men tað sær ikki út til, at politikararnir reiðiliga hava fatað tað, hóast vit í Føroyum eru væl fyri í so máta, tí vit skylda onki, at tað setir okkum í eina nógv betri støðu enn nógv onnur lond. 

Les eisini greinina: Politikararnir reka fólk av landinum og greinina: Tosa í blindum