Kann fara í tvey hvørja løtu

Bingjuskipið Rema, sum hevur staðið á einum boða úti fyri nýsælendsku strondini síðani í síðstu viku, kann fara í tvíningar hvørja løtu. Myndugleikarnir siga, at afturskipið livir nógv í sjónum, meðan forskipið stendur fast á boðanum. Skipið liggur knappliga 20 stig á stýriborð, og tyrlumyndir vísa, at ein stóra riva er niður eftir bakborðssíðu.

-Tað er bara ein spurningur um tíð, nær skipið fer í tvíningar, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar við blaðið New Zealand Herald.

Skipið hevði 236 bingjur á dekkinum, tá tað sigldi á boðan, men síðani eru umleið 70 bingjur farnar í havið. Harafturat er olja úr skipinum rikin inn á land.