Løgreglan kannar enn eitt mál, har ein maður hevur bjóðað føroyingum at síggja fleiri sjónvarpsrásir fyri ein prís, sum liggur nógv lægri undir tí, sjónvarpsrásir vanliga kosta.
Tað var í summar, at løgreglan gjørdi húsarannsókn hjá manninum, og skuldsetti hann fyri at bróta upphavsrættin.
Løgreglan segði, at minst 80 føroyingar høvdu tikið av tilboðnum frá manninum.
Løgreglan sigur í morgun, at málið verður framvegis kannað, og at maðurin er framvegis skuldsettur. Tey vænta, at teir 80 føroyingarnir, sum hava sæð sjónvarp frá manninum, fáa eina bót fyri tað.
Hinvegin er maðurin í eini aðrari støðu, tí hann er útbjóðari, og tí kann endin vera, at hann verður ákærdur.
Avleiðingin kann eisini vera, at hann fær eitt endurgjaldskrav frá teimum sjónvarpsrásum, hann hevur brotið upphvsrættin hjá.
Løgreglan sigur, at vanlig mannagongd er at siga teimum frá, sum hava verið órætti, og so taka tey støðu til um endurgjaldskrav skal reisast, og, hvussu stórt tað verður.
Her kann viðmerkjast, at tað er ikki óvanligt brotsverk at bróta upphavsrættin og aðrastaðni hava søgur av og á verið um, at tey, sum eiga upphavsrættin, leggja stóran dent á at verja hann, og tí eru endurgjaldskrøvini eisini rættiliga stór, viðhvørt.
Løgreglan heitir samstundis á fólk um ikki at taka av slíkum tilboðum um heilt bíligar sjónvarpspakkar. Er talan um tilboð, sum liggja langt undir tí tí prísi, slíkar sjónvarpsrásir vanliga kosta, eiga fólk at seta sær spurningin um, talan kann vera um ólógligt virksemi, sigur løgreglan.