? Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at privatisera Føroya Banka við at geva øllum føroyingum 5.000 krónur í partapeningi ljóðar áhugavert.
Tað heldur Kári á Rógvi, løgfrøðingur. Hann heldur tað vera áhugavert, at Javnaðarflokkurin, sum hevur verið sera afturhaldandi viðvíkjandi privatiseringum, nú kemur við eini heilt aðrari dimensión í hesum máli. Hann vísir á, at hetta kann fáa rættuliga stóra ávirkan á vinnulívið í Føroyum.
? Tá allir føroyingar eru partaeigarar í Føroya Banka, so fáa allir føroyingar eitt forhold til tað at eiga eitt partabræv ? sum kanska kastar nakað av sær eisini. Hetta kann elva til, at størri áhugi verður fyri at seta partapening í vinnulívið annars, sum aftur kann føra til, at vinnulívið í størri mun verður eginpeningsfíggjað heldur enn lánifíggjað, sigur Kári á Rógvi.
Hann heldur, at hetta kann føra til, at vinnulívið fer at líkjast meira vinnulívinum í USA, sum í nógv størri mun er sett saman av smáum partaeigarum, meðan ognarviðurskiftini í vinnulívinum í Evropa í nógv størri mun eru konsentrerað á fáum hondum ? færri, men størri partaeigarum, og í størri mun lánifíggjað.
? Hetta er so ein nýggjur formur fyri ognardemokratii, sum kann føra til, at bankin skal skipast øðrvísi, so vanligi partaeigarin hevur betri møguleika at koma til orðanna, eitt nú gjøgnum eitt umboðsráð.
Kári á Rógvi vísir á, at í 80?unum lænti fiskivinnan sera nógvar pengar. Hetta vóru pengar, sum fólk høvdu í bankunum. Fólkið misti ikki pengarnar, tá skrædlið kom, tí bankarnir vórðu bjargaðir. Fara fólk nú at seta pengar beinleiðis í vinnulívið, so eru tey sjálvandi meira útsett, men tey fáa tað eisini ávirkan á, hvussu vinnulívið verður rikið.