Tann 23 ára gamli amerikanarin Jared Loughner, sum drap seks fólk og særdi konkresskvinnuna Gabrielle Giffords undir einum politiskum fundi í fjør, hevur gjørt av at játta seg sekan. Hann kann fáa deyðarevsing.
Á einum rættarfundi í gjár segði Jared Loughner, at hann játtar seg sekan í 19 av ákærunum, sum ákæruvaldið legði fram í rættinum.
Jared Loughner fór at skjóta, júst sum Gabrielle Giffords helt røðu á einum politiskum fundi í einari handilsmiðstøð í býnum Tucson í statinum Arizona í januar í fjør. Kongresskvinnan fekk eina kúlu tvørtur ígjøgnum høvdið, men slapp við lívinum. Seks onnur fólk doyðu, og 12 vórðu særd av skotunum.
Eftir lóggávuni í Arizona kann Jared Loughner fáa deyðarevsing.










