Kann fáa deyðadóm

Tað hernaðarliga ákæruvaldið í USA kunngjørdi í gjárkvøldið, at tað fer at krevja, at hermaðurin Robert Bales (myndin) verður dømdur til deyða fyri at hava skotið 16 sivilfólk í Afghanistan.

Sambært blaðnum News Tribune segði ákærin, Rob Stelle, at Robert Bales eigur at fáa deyðadóm fyri tað, sum hann kallaði ta ringastu og mest andstyggiligu brotsgerðina, sum eitt menniskja kann gera. Verjin hjá Bales sigur hinvegin, at tað eru fleiri ósvaraðir spurningar viðvíkjandi teirri sálarligu støðuni hjá manninum.

Sambært ákæruritinum sníkti Robert Bales seg út úr einari herstøð í Kandahar mitt á nátt og skeyt 16 sivilfólk, teirra millum níggju børn, sum lógu og svóvu. Afghanar, sum hava vitnað í málinum, hava sagt. at drápsmaðurin var einsamallur, og at hann brádliga byrjaði at skjóta.