Kann enda við ríkisrættarsak

Í Danmark hevur Thor Møger Pedersen, skattamálaráðharri, gjørt av at seta eina serliga kanningarnevnd at kanna umstøðurnar í sambandi við, at skattaviðurskiftini hjá Helle Thorning Schmidt, táverandi andstøðuleiðara vórðu umrødd í fjølmiðlunum í fjør og aftur upp undir valið í september.

Skattamálaráðharrin hevur fingið tvær frágreiðingar frá embætisverkinum, og tær koma við ábendingum um, at táverandi skattamálaráðharrin, Troels Lund Poulsen úr Vinstra (myndin), royndi at ávirka málið, hóast hann sum ráðharri eigur at halda seg uttanfyri.

Danskir eygleiðarar siga, at hevur Troels Lund Poulsen gjørt tað, sum frágreiðingarnar hjá skattavaldinum hava ábendingar um, so er talan um eitt sera álvarssamt mál, sum kann enda við ríkisrættarsak ímóti fyrrverandi skattamálaráðharranum.