Kann enda sum altjóða kreppa

Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan var sera álvarssamur, tá hann fyrrapartin setti ein fund í Genéve um viðurskiftini í Sýrialandi. Annan, sum er serligur ST-sendimaður í sambandi við stríðið í Sýrialandi, segði, at stríðið kann enda sum ein álvarssom altjóða kreppa. Hann legði afturat, at stórveldini eru samsek, um tað ikki eydnast at fáa eina avtalu, sum kann steðga harðskapinum í landinum.

Russland og Kina vilja ikki góðtaka eina loysn, sum ber í sær, at Bashar al-Assad, forseti, verður trýstur frá. Samstundis hevur andstøðan í Sýrialandi sagt, at hon fer ikki at góðtaka nakra loysn, sum ber í sær, at Assaf verður sitandi.

Uttanríkisráðharranir úr USA, Russlandi, Kina, Bretlandi og Fraklandi eru á fundinum í Genéve saman við umboðum fyri Turkaland, Irak, Kuwait og Qatar. Kofi Annan hevur biðið londini semjast um eina ætlan, sum skal fáa enda á harðskapinum í Sýrialandi.

-Søgunnar dómur verður harður, um vit ikki megna at semjast um eina avtalu um Sýrialand, segði Annan í setanarrøðuni í Genéve.