Tann 62 ára gamli fyrrverandi amerikanski skúlalærarin Faith Fippinger fór til Bagdad at virka sum livandi skjøldur, tá amerikanararnir hóttu við at leypa á Irak. Nú kann hon fáa stóra bót og fongsulsrevsing.
Faith Fippinger var í Irak í tríggjar mánaðir. Umframt at virka sum livandi skjøldur arbeiddi hon sum lærari í fleiri skúlum og á einum sjúkrahúsi. Tá amerikanararnir gjørdu álvara av ætlan síni og lupu á Irak, rýmdi hon haðani og fór aftur til Florida, har hon býr. Men tá var sambært amerikonsku myndugleikunum ov seint. Teir hava nú skuldsett hana fyri at hava brotið amerikonsku revsitiltøkini ímóti Irak, og fyri tað kann hon fáa næstan sjey milliónir krónur í bót og upp til tólv ára fongsul.
Fyrrverandi lærarin, sum hevur tikið lut í fleiri friðartiltøkum fyrr, vísir skuldsetingunum aftur. Hon sigur, at tað, sum hon gjørdi, var ein partur av hennara demokratisku rættindum. Vit hava ymsikar áskoðanir, og vit hava loyvi at vísa tað, sigur hon.










