Kann elva til nei í Danmark

Nógv bendir á, at Danmark missir tann fasta sessin í ES-nevndini, og tað kann ávirka fólkaatkvøðuna um grundlógina

Sum er hevur Danmark ein kommiser í ES-nevndini, men nú limalondini stríðast um valdið í sambandi við ta ætlaðu grundlógina, bendir nógv á, at Danmark fer at missa tann fasta nevndarsessin.

Stjórnin í Keypmannahavn hevur lagt stóran dent á at varðveita tann fasta nevndarsessin, og politiskir eygleiðarar halda, at tað kann koma stjórnini illa við, fær hon ikki sín vilja.

Danir skulu á fólkaatkvøðu um grundlógina hjá ES, og Lykke Friis, sum er Evropa-serfrøðingur hjá danska ídnaðarfelagnum, sigur við Berlingske Tidende, at missir Danmark nevndarsessin, kann tað ávirka úrslitið av fólkaatkvøðuni.

-Nevndarsessurin er vorðin ein heilag kúgv. Hann er tað einasta sjónliga tekinið um, at Danmark hevur ávirkan á tað evropeiska samstarvið, sigur Lykke Friis.