Kann elva til fleiri álop

At uppreistrarleiðarin Aslan Maskhadov er deyður er ein dyggur smeitur fyri kekenska uppreisturin ímóti russum, men tað merkir ikki, at uppreisturin er av

Eru tíðindini frá russisku herleiðsluni røtt, bleiv Aslan Maskhadov funnin á einunm skansa undir jørð tjúgu kilometrar norðan fyri kekenska høvuðsstaðin Groznyj fyrradagin. Talsmaðurin hjá teimum russisku myndugleikunum í Kekenia segði, at ætlanin var at taka uppreistrarleiðaran á lívi, men at tað lat seg ikki gera, tá lívverjarnir hjá Maskhadov fóru at skjóta.

Ovastin fyri russisku hermonnunum í Kekenia, Ilja Sjabalkin, hevur greitt frá, at skansin hjá Maskhadov var soleiðis hátaður, at teir russisku hermenninir noyddust at brúka spreingievni fyri at sleppa inn í hann.

-Hann doyði av spreingingini, segði Sjabalkin, generalur, við russisku tíðindastovurnar.

Seinni vísti russiska sjónvarpið myndir av tí deyða Maskhadov, og fleiri keldur váttaðu, at hann var deyður.

Við deyða Maskhadovs hevur tann kekenska uppreistrarrørslan mist tveir av sínum leiðarum. Tann fyrri var Dzjokhar Dudajev, sum doyði í 1996, eftir at russiskir hermenn vóru komnir eftir, hvar hann fjaldi seg.

Myndugleikarnir í Moskva hava alla tíðina hildið uppá, at Aslan Maskhadov hevur havt tætt tilknýti til muslimska yvirgangsmannin Sjamil Basajev, og at hann tí hevði medábyrgd av fleiri yvirgangsatsóknum í Moskva og aðrastaðni í Russlandi. Ímillum hesar atsóknirnar var gíslatøkan á skúlanum í Beslan tann 1. september í fjør, sum kostaði 326 mannalív.

Eygleiðarar eru ójavnir á máli um, hvat nú fer at henda í Kekenia. Summir halda, at tann hóvligi vongurin av kekensku uppreistrarrørsluni fer at nýta deyða Maskhadovs sum eitt høvi til at tingast við russar um frið, tí tilburðurin fyrradagin er ein staðfesting av, at uppreistrarmenninir hava tapt bardagan.

Aðrir eygleiðarar siga seg stúra fyri, at deyði Maskhadovs kann fara at elva til meiri ófrið í Kekenia og fleiri álop í Russlandi. Skuldi tað hent, at Sjamil Basajev kemur at standa á odda fyri uppreistrinum, nú Maskhadov er deyður, er lítil ivi um, at bardagin við russar fer at harðna.