Kann eitt krevjandi starv hindra demens?

Ein kanning, har 357 fólk ið vóru yvir 60 ár luttóku, vísir, at mental stimolering gjøgnum alt lívið kann hindra menningini av Alzheimers-sjúkuni. Kanningin stóð í tíðarritinum Neurology

Tey luttakandi vóru 122 persónar við diagnosuni Alzheimers-sjúka og 235 fólk, ið ikki høvdu sjúkuna.

Granskarar kannaðu hvat samanhang er millum Alzheimer og spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Tey sum ikki høvdu Alzheimer høvdu havt meira avbjóðandi og spennandi størv, frá tí tey vóru 30 ár og fram móti pensiónsaldrinum.

Ein av granskarunum, Kathleen Smyth, sigur við blaðið Nature, at tað er samlíkt at heilin hevur gott av áhaldandi avbjóðandi aktiviteti í mun til eitt lív sum t.d. verksmiðjuarbeiðarar, har man ger tað sama hvønn dag. Hon er tó opin fyri at nógvir aðrir faktorar eisini hava ávirkan á sjúkuna.