Bjørn Patursson
formaður Bóndafelag Føroya
Fiskurin skal flóta frítt
Føroyar eru ein fiskivinnutjóð tað er rætt. Tí er tað ikki so løgi, at vit vilja senda fisk á ES marknaðin uttan stórvegis seinkingar um tað slepst undan. Men vit hava hóðast alt aðrar vinnur í Føroyum sum hava líka rætt at verða til.
Meginparturin av føroyingum búgva í meginøkinum, men vit hava hóðast alt 15 aðrar oyggjar har fólk býr sum hevur líka rætt at verða til.
Kann ein loyva sær at seta onnur í vanda fyri at nøra sær?
Tilvildarligt
Eg tók einaferð undir við tankanum, at Landsdjóralæknin (og landslæknin) einsamallir skulu kunna taka endaligar avgerðir á heilsuøkinum, vegna okkum føroyingar. Men tað var út frá tí einfalda sjónarmiði at eg sjálvsagt gangi út frá at hesir ?persónar? fyrst og fremst hugsa um at verja okkum og land okkara móti heilsuvanda og álopum uttanífrá. Men har fór eg so dyggiliga skeivur.
Hvørji eru hesir perónar sum umboða okkum føroyingar og samráðast okkara vegna?
Landbúnaðurin fekk at vita at fiskivinnan vildi samráðast um fríðan flutning av fiski til ES-lond. Vit vóru spurdir um tað hevði verið skilagott at tikið landbúnaðin við í hesa veterineravtalu. Vit svaraðu noktandi og vístu á, at vit ikki útflyta so nógv, at tað hevur so stóran skund. Vit skutu upp, at hyggja eftir hvat grannalondini, eitt nú Ísland ferð at gera á økinum.
Úrslitið eftir samráðingarnar er sum kunnugt at ES hevur fingið sníkt inn í sáttmálan:
* At Føroyar taka ímóti livandi djórum og djóraúrdráttum frá ES.londum eftir somu treytum, ið galda fyri handil millum ES-lond.
Hetta merkir í stuttum at eftir fyrsta februar kann ein og hvør innflyta livandi dýr úr ES-landi. T.d. ein Texel ær ella veðr úr Onglandi ella eina geit úr Týskalandi. Eingin steðgur ella sóttverja er loyvd á vegnum. Einasta treyt er at dýrið hevur eina váttan at tað lýkur vanligu krøvini ímillum tvey ES-lond.
Føroyar eru nú limir í ES
Av tí at vit frá fyrsta februar eru limir í ES á vererinera økinum, fer hetta somuleiðis at týða, at onnur lond, sum ikki eru limir í ES, eins og Føroyar, nú eru eru sokallaði 3. lond. Frá hesum londum kunnu vit ikki longur innflyta dýr ella landbúnaðarvørur. Til dømis skal eitt ross sum ein Føroyingur keypur úr Íslandi sendast til Danmarkar í ?sóttverju? áðrenn tað kemur til Føroya.
Tak hetta, ella lat verða
Sum vant ganga samráðingarnar har føroyingar eru annar parturin bert ein vegis. Umframt hava vit fingið álagt at seta nýggja dýrasjúkulóg í gildið fyri Føroyar. Undir hesi rammulóg skulu setast í gildið ein hópur av reglum og kunngerðum sum koma at snúgva seg um hvussu vit skulu fyrihalda okkum fyri ikki at framleiða skaðiligan mat.
ES sigur eisini, at av tí at vit ikki kunnu prógva at vit ikki hava sjúkur hava vit líka nógvar sjúkur sum ES-lond! Hinvigin vita øll (ÚF dagliga) at teir lætt kunnu leggja prógv á borðið um at nógv ES-lond hava álvarsligar sjúkur sum vit ongantíð hava sæð í Føroyum. Men tað gevur bert ES ein trumf í hondina. Teir siga, at tá vit um nøkur ár kunnu prógva hvørjar sjúkur vit ikki hava skulu vit sleppa at eksporterað vørur til ES.
Nú ræður um at snúgva sær undan
Landsdjóralæknin skundar sær at fráskriva sær alla ábyrgd um nú smittandi sjúkur fara at bróta út eftir 1/2. Í tí nýggju dýrasjúkulógini sum skal verða sett í gildið fyri Føroyar áðrenn 1/2 stendur beinleiðis, at dýraeigarin ber allan kostnað av tí sum hendan nýggja lógin áleggur og myndugleikarnir fráskriva sær allan endurgjaldsskyldu um smittandi sjúkur bróta út.
Kann ein vinna ofra aðra fyri egnan vinning?
Hvussu kunnu fólk við ongari ábyrgd ella heimild fyri eini vinnu loyva sær at leggja slíkt til samtyktar fyri okkara fólkavaldu politikarar?
Og ikki minst hvussu kann okkara fólkavaldi landsstýrismaður sum skal umboða okkum øll, lítil og stór, fátak og rík, loyva sær at undirskriva slíka avtalu og harvið taka kvørkratak um eina vinnu hann sjálvur umboðar?
Kann landbúnaðurin samráða seg til betri sømdir við at seta fram uppskot um at handverkarar ella arbeiðsmenn fáa minni í løn?
Tá tað alíkavæl bert er løtuvinningur vit leggja okkum eftir skuldu vit so ikki tikið allan pakkan.
ES brúkar tann vælkenda ?elefantteknikkin? fyri at fáa Føroyar uppí ES. Hvat ger man um man skal eta ein fíl og ikki klárar at svølgja hann í einum? Jú tað eru bert eini ráð nevniliga, at skera fílin í smærri bitar og eta ein á gangin. Hesin bitin ES nú hevur etið er heili 95% av fílinum so nú er ikki nógv eftir. Bert tann bleyti parturin sum alíkavæl ikki mettar so væl og væl kann bíða eitt sindur. Gott sum desert!
Nei Høgni! viðhvørt kann man ikki lata verða við at hugsa um hvørjari støðu vit eru í. Sum Heini plagar at siga ?hetta er tann kaldi veruleikin? Demokrati er tað so ikki, -ella kanska er demokrati einvegis? í erva frá og niðureftir!
Gleðiligt nýggjár!
Hevði annars ætla at hugleitt eitt sindur um nýggjársleitið, men tað verður ringt eftir eina slíka nekativt lødda niðurstøðu.
Men alíkavæl vil eg nýta høvi at ynskja øllum eitt gott og ljóst nýggjár.
Tann 2000-12-30
Vinarlig heilsan