Sjúrður Skaale
Tey vóru helst mong, ið mundu dottið upp eftir, tá tey sóu Dag & Viku síðsta fríggjakvøld. Okkara politiski leiðari var spurdur um eina nýggja danska lóg, sum m.a. ásetir, at Føroyar og Grønland skulu eita "Kongeriget Danmark for så vidt angår Grønland og Færøerne", og har okkara møguleikar í framtíðini verða munandi skerdir.
Eftir at hava malið uttanum eina løtu, og eftir at hava vavt seg uppí fleiri ósannindi, fann maðurin tann forloysandi vinkulin: Okkurt talar fyri at málið loysir seg sjálvt, um fólkatingsval verður útskrivað. Tí so dettur uppskotið burtur!
Ein ótrúligt statement frá einum politiskum leiðari, má sigast. Men tað gjørdist verri enn. Tá tíðindamaðurin spurdi um hann veruliga bíðaði eftir at val fór at verða útskrivað, svaraði hann, at hann ikki visti hvørjum hann bíðaði eftir!!!
Hetta helt hann helst sjálvur ljóðaði ov langt úti, so hann legði afturat, at hann eisini umhugsaði støðuna og vitaði, hvussu tingini fóru at útvikla seg! Sum um tað gjørdi tað betri...
Landsins leiðari hevði altso einki boð uppá, hvussu eitt ítøkiligt og álvarsamt politiskt mál skuldi tacklast.
Í fyrsta lagi vónaði hann, at tað loysti seg sjálvt!
Í øðrum lagi bíðaði hann. ? Hann visti bara ikki hvørjum hann bíðaði eftir!
Í triðja lagi umhugsaði hann støðuna!
Og í fjórða lagi vitaði hann, hvussu tingini fóru at útvikla seg!
Nú loysti málið seg sjálvt í hesum umfari. Valið bleiv skrivað út. Men tað er eingin umbering fyri tann vinglið hjá okkara løgmanni.
Og hann hevur bara fingið frið í tríggjar vikur. Eftir 8. februar heldur prosessin fram. Og endamálið hjá stjórnini verður neyvt tað sama. So situr Eidesgaard aftur har. Og tá hjálpir einki at bíða.
Stríð og semja
Hví kann Jóannes Eidesgaard ikki á greiðan hátt verja føroysk áhugamál?
Orsøkin er einføld: Jóannes Eidesgaard vil hava semju við donsku stjórnina. Tá hann gjørdist løgmaður boðaði hann frá, at nú skuldi vera liðugt við samanbrestum millum Føroyar og Danmark. Nú skuldi semja vera.
Tað er sjálvsagt fínt. Men gongdin í fleiri málum hevur víst, at tað at fáa semju við donsku stjórnina, er sjálvt málið hjá Jóannesi Eidesgaard. Fær hann ikki semjuna á annan hátt, er hann altíð til reiðar at bakka fyri at fáa hana.
Stríð er ikki gott.
Semja er góð.
Men viðhvørt mást tú stríðast eitt sindur fyri at fáa eina virðiliga semju. Ert tú so altráur eftir semjuni, at tú altíð ert til reiðar at bakka, missir tú til endans teg sjálvan burtur.
Tí er tað spell, at Jóannes er so vinglutur. Spell fyri hann, tí hann hevði vunnið sær nógv størri virðing ? bæði millum føroyingar og danir ? um hann hart og klárt tordi at verja føroysk áhugamál.
Og tað er spell fyri Føroyar, so leingi Jóannes er løgmaður.