:
Byggiætlan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hann sigur seg ikki kenna verkætlanina í smálutum men tað, sum er komið fram higartil boðar frá góðum og vísir til eitt nú nýtt hotell, innandura fótbóltsvøll ol., sum eru ómetaliga týdningarmikil fyri ferðavinnuna og nógv annað.
Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at vit hava sæð nógvar nýggjar handlar og íløgur í Føroyum seinastu árini, men tað hevur í stóran mun verið nakað, sum longu hevur verið frammanundan. -Her hendir nakað nýtt og tað haldi eg er eitt ómetaliga gott signal at fara út við og sum vísir, hvat vit føroyingar vilja gera og kunnu klára í Føroyum. Eg vil tí bjóða Jákupi á Dul Jacobsen vælkomnum til Føroya við síni ætlan.