Kann draga út

Í Danmark bíðar ákæruvaldið eftir at fáa at vita, um tann gamli danski nazisturin Søren Kam verður útflýggjaður úr Týsklandi til Danmarkar, har hann er skuldsettur fyri at hava skotið ein blaðstjóra undir seinna heimsbardaga. Eftir áheitan frá danska løgmálaráðnum tók týska løgreglan Søren Kam í september, men tann 12. oktober varð hann latin leysur. Nú hevur danska ákæruvaldið kravt at fáa hann útflýggjaðan, og sambært galdandi ES-reglum skulu týskarar svara kravinum í seinasta lagi tann 19. november. Men TV2 veit at siga, at týsku myndugleikarnir eru komnir við ábendingum um, at tað er ikki vist, at teir fara at halda tíðarfreistina í hesum førinum. Tí kann málið draga út.