Í viðtali við VikuskiftisSosialin sigur Jákup Dahl, at vitjanin hjá filmsliðnum í summar kann fáa sera stóra ávirkan á bæði føroyska films- og ferðavinnu.
- Tað er ein ótrúlig serfrøði, sum nú kemur til Føroya. Um eitt heilt filmslið kemur við ljóðmonnm, ljósmonnum, grafikarum, upptøkufólkum og hvat veit eg, so er nógv vitan, sum føroyingar kunnu njóta gott av, sigur Jákup, sum eisini heldur hetta hava stóra ávirkan á ferðavinnuna.
- Tá ið Braveheart, Sound of Music, Lord of the Rings og aðrir filmar komu út, so eksploderaði filmsferðavinnan í teimum londunum, har filmarnir vórðu tiknir upp, sigur Jákup millum annað í samrøðuni við Sosialin.
Talgilda útgávan av Sosialinum kann lesast HER.