Tapir franski forsetin, Nicolas Sarkozy, forsetavalið tann 6. mai, fer hann at taka seg burtur úr politikki. Tað segði hann í samrøðu við franskt sjónvarp í dag.
Tað kann eisini væl henda, at hetta valið verður tað seinasta hjá tí 57 ára gamla forsetanum, tí sambært meiningakanningunum fer hann at tapa fyri sosialistinum François Hollande. Eftir meiningakanningunum fáa Hollande og Sarkozy ávikavist 30 og 28 prosent í fyrra valumfarinum, sum verður tann 22. apríl, men í seinna umfari tann 6. mai fer Hollande at vinna við 54 prosentum ímóti 46.
Fronsku fjølmiðlarnir hava fýlst á valstríðið hjá Sarkozy, og forsetin verður sagdur at vera sera tamur. Tað var helst orsøkin til, at hann fyrradagin segði, at tað eru ov nógvir útlendingar í Fraklandi. Eygleiðarar siga, at hetta er ein roynd hjá honum at fáa fatur á nøkrum veljarum úti á franska høgravonginum.