Kann blíva ráðharri

Í gjár varð staðfest, at fyrrverandi danski innanríkisráðharrin Karen Jespersen skal stilla upp fyri Vinstra til næsta fólkatingsval. Karen Jespersen var sosialdemokratiskur fólkatingslimur í mong ár, men fór burtur úr flokkinum, tí hon var misnøgd við politikk floksins. Leiðarar í Vinstra siga nú, at tað er væl hugsandi, at Karen Jespersen verður ráðhari aftur, men nú fyri Vinstra.