- Hetta kann blíva ein avgerandi varði á leiðini hjá okkum til at tryggja føroyskum hondbólti støðuga og framhaldandi luttøku í altjóða hondbólti, og eg trúgvi hetta fer at flyta okkum øgiliga langt fram á leiðini.
Tað sigur Hallur Danielsen, starvsfólk í HSF, við tíðindini á Rás 2, nú tað fyri aðru ferð hesa vikuna er greitt, at føroyska hondbóltssambandið verður vertur fyri eina altjóða hondbóltskapping. Hesaferð er talan um bólkin hjá kvinnulandsliðnum til undankappingina í HM, ið verður spældur í Føroyum seinni í ár.
- Vit mangla tí formellu afturmeldingina frá IHF, men londini Føroyar, Ísland, Eysturríki og Makedonina eru samd um at spæla bólk 3 í undankappingini til HM hjá kvinnum í Føroyum dagarnar 2. til 3. desember, greiðir Hallur Danielsen frá.
Hoyr alla samrøðuna við Hall Danielsen við at trýsta á pílin undir myndini.