Bayern Munchen spældi 1-1 javnleik móti Arsenal og vinnur samanlagt 3-1, meðan Atletico Madrid vann 4-1 á AC Milan og viðari við einum samlaðum sigri upp á 5-1.
Bayern gjørdi nokk
Arsenal skuldi fram at skjóta minst tvey mál fyri at hava nakran sum helst møguleika fyri at koma víðari, eftir at Bayern Munchen vann 2-0 í London í fyrra dystinum. Á Allianz Arena hevði Pep Guardiola valt Thiago á miðvøllin fyri Toni Kroos, sum annars spældi framúr í fyrra dystinum.
Arsenal var uttan leikbannaða Wojciech Szczesny í málinum, meðan tað ikki var pláss Mathieu Flamini, sum annars hevði verið ein upplagdur spælari at havt á miðvøllinum í einum útidysti móti Bayern Munchen. Hest hevur Arsene Wenger vilja hvat fleiri framrættaðar spælarar á vøllinum,
Bayern Munchen sat á øllum fyrra hálvleiki, men megnaði ikki at umseta tað til mál. Tíðliga í seinna hálvleiki legði Bastian Schweinsteiger Bayern Munchen á odda. So var langt á mál fyri Arsenal, sum hevði sína bestu løtu í dystinum aftaná málið.
Tað úrslitaði í einum útjavnandi málið frá fyrrverandi Bayern Munchen spælarunum, Lukas Podolski. Eftir hetta hevði Arsenal faktist nakrar møguleikar at fáa fleiri mál, men vóru ikki neyvir í avgerandi løtunum.
Í yvirtíðini hevði Bayern Munchen og Thomas Muller ein gyltan møguleikan at vinna dystin, men Lukasz Fabianski bjargði. Sostatt megnaði Arsenal ikki at endurtaka 2-0 sigurin frá í fjør. Bayern Munchen er víðari.
Diego Costa og Atletico víðari
Atletico Madrid vann í kvøld 3-1 á AC Milan úr Italia. Diego Costa legði Atletico Madrid á odda í fyrra hálvleiki. Síðani javnaði Kaka og eina løtu trýsti AC Milan, men mitt í trýstinum skoraði Atletico Madrid til 2-1.
Endaliga staðfestingin kom tjúgu minuttir fyri tíð, tá Raul Garcia skoraði til 3-1. Móti dystarenda økti Diego Costa til 4-1.
Ongin hevur megnað at vunnið Champions League tvey ár upp í slag. Verður Bayern Munchen tað fyrsta liðið, sum megnar tað?
Champions League 1/8-finalur:
Bayern Munchen (2) – (0) Arsenal 1-1 (0-0)
1-0 Bastian Schweinsteiger, 54
1-1 Lukas Podolski, 57
Bayern Munchen vinnur samanlagt 3-1
Atletico Madrid (1) – (0) AC Milan 4-1 (2-1)
1-0 Diego Costa, 3
1-1 Kaka, 27
2-1 Arda Turan, 40
3-1 Raúl Garcia, 71
4-1 Diego Costa, 85
Atletico Madrid vinnur samanlagt 5-1