Kann avlaga bygnaðin

- Verður makrelur nú brúktur til at hjálpa tí partinum av flotanum, sum hevur tað tungt í løtuni, er eingin grund til at tillaga seg, heldur Felagið Nótaskip. Nú tíðin styttist, til landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at áseta føroysku makrelkvotuna í 2011 og at taka avgerð um, hvussu hon skal býtast, ger Felagið Nótaskip nakrar viðmerkingar til málið.

- Nógvir eru um boðið at fáa burturav. Hetta er ikki ein løtt uppgáva hjá landsstýrismanninum, og líkamikið hvussu býtt verður, verður onkur ónøgdur. Men vit vóna, at landsstýrismaðurin finnur eina skilagóða loysn.

Felagið Nótaskip heldur, at mørkini millum skipabólkarnar eiga ikki at verða brotin niður, tí hetta fer bara at skapa trupulleikar og óvissu í flotanum og fer samanlagt at økja yvirkapasitetin.

Í skrivinum, sum sent er miðlunum í morgun, vísir Felagið Nótaskip á, at neyðugt er støðugt at gera tillagingar, so fiskiorkan svarar til fiskimøguleikarnar fyri at fáa raksturin at vera lønandi.

- Verður makrelur nú brúktur til at hjálpa tí partinum av flotanum, sum hevur tað tungt í løtuni, er eingin grund til at tillaga seg, sigur felagið millum annað.