Ísraelsku myndugleikarnir stúra fyri, at kjarnorkuteknikarin Mordecjai Vanunu fer at avdúka fleiri loyndarmál, tá hann sleppur úr ísraelskum fongsli tann 21. apríl.
Mordechai Vanuno, sum er 49 ára gamal, hevur sitið í fongsli seinastu 18 árini. Hann verður kallaður heimsins fyrsti vápnaeftirlitsmaður. Í 1986 tók ísraelska fregnartænastan Mossad hann, tí hann hevði avdúkað fleiri loyndarmál um kjarnorkuverkið Dimona, har hann hevði arbeitt í átta ár. Avdúkingar hansara elvdu til, at umheimurin kom til ta niðurstøðu, at Ísrael hevði millum 100 og 200 kjarnorkuløðingar.
Nú bera myndugleikarnir ótta fyri, at hann skal halda fram við sínum avdúkingum, nú hann slepuur leysur. Av tí sama hava myndugleikarnir við heimild í einari undantakslóg skipað so fyri, at Vanunu fær ikki loyvi at fara úr Ísrael, eftir at hann er sloppin úr fongslinum.