- Tað kann altíð ganga galið í fótbólti, men vit fara sjálvandi at gera alt fyri at sleppa víðari.
Max von Schlebrugge væntar sær ein torføran dyst, tá hann og liðfelagarnir úr Brøndby vitja í Gundadali í annaðkvøld. Við sportenkort.dk sigur svenski verjuleikarin, at trýstið tó ikki er øðrvísi enn til aðrar dystir.
- Tað er torført at spæla ímóti einum liði, sum verjir við fleiri leikarum. Men vit skulu brótað ígjøgnum múrin. Dysturin skal spælast á graslíki, so vit kunnu vera eitt sindur nervøsir ? men ikki meira enn til aðrar dystir, sigur 31 ára gamli Max von Schlebrugge, sum vitjar í Føroyum á fyrsta sinni.
Verjuleikarin skoraði einasta málið í dystinum ímóti B36 fyri góðum tveimum vikum síðani. Um vikuskiftið stóð hann eisini fyri báðum málunum, tá Brøndby vann 2-1 á donsku meistarunum úr AaB.