Kanjon var bíligari

Tilboð upp á 30 leigubústaðir latin upp. Bústaðir hevði skipað fyri lisitatión í býráðshøllini í Klaksvík í dag. Hetta í sambandi við, at Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava gjørt avtalu um at 30 leigubústaðir skulu byggjast kring nýggja Biskupstorgið í miðbýnum.

Verkætlanin er evnað til saman við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti. So sum tilboðini nú ljóða er eisini ein fullur kjallari undir, sum ikki var við í mun til upprunaligu tekningarnar. Stovuhæddin verður nýtt til lætta vinnu so sum handlar, kafé- og matstovu.

Tó at heitt varð á sjey fyritøkur um at bjóða, komu einans tvey tilboð inn.

Kanjon og MTHøjgaard bjóðaðu, og vóru boðini kr 78.818.173  hjá Kanjon og frá MTHøjgaard kr. 97.507.312. Eisini kom eitt alternativt boð frá teimum um at nýta betonelementir, heldur enn at stoypa á staðnum á kr. 95.648.000. Allir kostnaðir uttan MVG.

Hetta merkir, at kostnaðurin hjá Kanjon verður kr 16.200 fyri fermeturin og hjá MTHøjgaard kr 20.000 fyri fermeturin - bruttokortnaðir.

Metingin hjá ráðgevingunum lá 10 mill undir tilboðnum hjá Kanjon.

Tilboðini verða nú kannað nærri, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við tann, sum fær arbeiðið. Ætlanin er, at tíðarætlanin, sum upprunaliga segði, at byggingin skal standa liðug seint í 2015, skal halda.

TRÝST HER fyri at síggja faldara um Biskupstorg í Klaksvík

Orð og myndir: Dávur Winther