Kanjon setir hol á nýggja miðbýin í Klaksvík

Byggifelagið Kanjon skal byggja nýggjar bústaðir í miðbýnum

- Hetta er tann størsta einstaka verkætlanin, sum vit hava staðið fyri, og tí er nógv at leggja til rættis. Vit vænta, at byggiplássið kemur so spakuliga at taka skap tær næstu vikurnar, og tá ið vit koma inn í august mánað, koma sjónligu broytingarnar á økinum at síggjast.


Tað sigur Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon, ið hevur fingið til uppgávu at byggja nýggju bústaðirnir í miðbýnum í Klaksvík, ið samstundis eisini er fyrsta stigið í nýggju miðbýarætlanini. 


Byggitíðarskeiðið er mett til at vera tvey ár, og væntast, at byggingin stendur liðug á sumri 2017.


- Verkætlanin er serlig fyri okkum, tí hetta er startskotið til komandi miðbýin, og byggingin kemur helst at verða grundarsteinurin undir menningini av øllum økinum, sum hevur ligið órørt í longri tíð, sigur Kjartan Hansen um tí serligu verkætlanina.