Kane koyrir á

Tottenham liðformaðurin skoraði tvær ferðir í 4-0 heimasigrinum ímóti Everton

Tað var einki at rafla um, tá ið Tottenham í kvøld hevði vitjan av Everton. Eftir fyrra hálvleik var 1-0, og tað endaði 4-0. Tey bæði fyrstu málini í seinna hálvleiki skoraði Tottenham liðformaðurin Harry Kane.

Kane er toppskjútti við nítjan málum. Eftir at hava skorað átta mál í seks dystum í síðsta mánað varð hann kosin besti maður í Premier League í desember, og soleiðis sum tað gongur hjá honum nú, man tað vera lítið at ivast í, at hann verður fremsti maður hjá Onglandi í HM kappingini í Russlandi í summar.

 

Tað var vónbrot, tá ið tað fjórða januar endaði 1-1 í grannauppgerðini á heimavølli ímóti West Ham. Síðani er tað av álvara gloppið hjá Tottenham, sum sunnudagin vann 3-0 á heimavølli ímóti grannunum í Wimbledon í FA Cup, og í kvøld endaði tað 4-0.

 

Úrslitið ber við sær, at Tottenham nú hevur 44 stig. Tað er sama stigatal sum Liverpool, ið er nummar fýra. Liverpool eigur klokkan fýra í morgin heimavøll ímóti toppliðnum Manchester City.

 

Wayne Rooney og liðfelagar hansara í Everton vístu góðan hugburð, og teir hildu tætt, inntil í 26. minutti, tá ið Heung-Min Son setti hol á. Tá ið tað restaði eitt korter, sá Rooney gula kortið, og níggju minuttir undan leikloki staðfesti Christian Eriksen heimasigurin eftir framúr hugflogsríkt álop.