Framherjin hjá Tottenham, Harry Kane var aftur á blettinum í dag, tá Tottenham vann 3-0 á Norwich City. Harry Kane skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og er nú metmaður í søguni hjá Tottenham Hotspurs, tá um skoraði mál í einum kalendaraári ræður.
Við báðum málunum í dag er Harry Kane komin upp á 27 ligamál í 2015. Hetta er eitt meiri enn gamla metið hjá gamla málrevinum Teddy Sheringham, sum átti gamla metið við 26 ligamálum fyri Tottenham í 1993.
Tað gongur framúr væl hjá Harry Kane fyri tíðina. Seinastu níggju dystirnar hevur Harry Kane skotið heili 10 mál.
Harry Kane er bert 22 ára gamal, so sleppur hann undan skaðum kann talan gerast um nógv mál í Premier League aftrat teimum, sum longu er skotin.