Kandis koma til Føroya

Kendi danski dansibólkurin Kandis kemur á stutta vitjan í Føroyum tann 7. mai og spælt verður á Hotel Føroyum. Sangarin í bólkinum er av góðum bergi brotin og er sonur kenda sangaran Bjørn Hansen frá Bjørn & Okey

Tann 7. mai verður høvi at fáa sær ein betri bita og ein swing-om á Hotel Føroyum. Og tað verður kendi danski bólkurin Kandis, sum stendur fyri tónleikinum og teir borga fyri dansivinarligum tónleiki. Bólkurin er millum mest umbidnu bólkar í Danmark og er javnan á donku hittlistunum við løttum løgum, ið falla væl í oyruni.
                      Kandis vitjar Hotel Føroyar tann 7. mai í ár og bert tann eina spælingin er á skránni hjá bólkinum á ferðini til Føroya, tí bólkurin hevur úr at gera og skal víðari á ferð beinanveg, tí longu kvøldið eftir eru teir á palli aftur í Danmark. Eftir tí ið frættist, so er bólkurin umbiðin eini 4 ár frameftir.
                      Á Kandiskvøldinum á Hotel Føroyum verður høvi at fara út at eta og síðani dansa og njóta tónleik á høgum støði. Tað sigst, at Hotel Føroyar hevur búgvið borð hetta kvøld og møguliga kemur kjøt av oksa úr Koltri á borðið.
 
Av góðum bergi brotin
Kandis er óivað best umtókta dansiband í Danmark og teir hava eisini megna at fáa fólk í næstu grannalondunum at hava oyruni opin fyri teirra tónleiki.
                      Bólkurin er stovnaður í 1989 og hevur givið út 13 fløgur. Sangarin, Johonny Hansen, er sonur Bjørn Hansen frá Bjørn & Okey ? ein bólkur, sum eisini í Føroyum hevur verið nógv at hoyra. Harvið kann ikki sigast annað, enn at hann er av góðum bergi brotin. Men hóast tungan arv at lyfta, so er tað als ikki so, at Johnny stendur í skugganum av pápa sínum. Saman við Kandis hevur hann megnað at skapa sær eina gylta lívsleið innan tónleikin og er søgan longu nú ein søga um best umtókta dansiband í Danmark í fleiri ár.
                      Fríggjadagin 7. mai er kvøldið, har ein hevur møguleikan fyri einum betri bita á Hotel Føroyum og dansi við einum av bestu dansibólkum á okkara leiðum.
                      Meira fæst at vita um Kandis við at leita á heimasíðuni www.kandis.dk