Nú noktar Kandis-Johnny at skriva autografar á bróstini sínum fjepparum. Hann hevur nevniliga fingið damu. Hetta eru kvinnuligir fjepparar hansara sera harmir um. Fyri 13 mánaðum síðani tók konan, Helle lívið av sær. Nú hevur hann funnið sær eina nýggja damu, sum eitur Gitte Mortensen, er 38 ár og er av Fjóni. Hetta skrivar bt.dk
Fjepparar hansara eru í øðini um, at hann er komin so skjótt yvir konuna, ið hann eigur tvær døtrar við á 17 og 13 ár.
Aðrir fjepparar hava aðrar orsøkir til ikki at dáma nýggja parlagið hjá honum.
- Eftir at hann gjørdist forelskaður, er tað tó komið eitt minus við at fara í konsert hjá Johnny, tí øll tey árini, vit hava fylgt honum, hava vit fingið autografar á okkara beru bróst, tá ið vit hava víst tey fram. Men tað vil hann ikki longur. Tað hevur hann annars onki hava ímóti.










