Landskappingin í næstbestu fótbóltsdeildini er væl og virðiliga hálvrunnin. Í dag er 16. umfar á skránni. HB er fremst, B68 er á uppflytingarplássi, og Skála og FC Suðuroy hava framvegis fokus á heiðursmerkjaplássunum, sum kunnu bera uppflyting við sær.
Hesa ferð er toppliðið HB á útivølli ímóti botnliðnum, sum er TB. Meðan HB ellivu tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum við í hvussu so er einum stigi, so hevur TB einki stig fingið burturúr fimm teimum seinastu umførunum. Tá ið TB vitjaði í Gundadali í 7. umfari vann HB 3-1.
Felags fyri B68, Skála og FC Suðuroy er, at tey í dag eiga heimavøll. Á Fjarðastevnu fara skálamenn í kvøld at dystast við sandoyingar, sum fyri fyrstu ferð síðani fjórða umfar eru omanfyri niðurflytingarstrikuna. Skálamenn vunnu í 7. umfari 2-0 á Sandi, men tað var ikki fyrrenn tað restaðu tríggir minuttir, at Skála skoraði fyrra málið.
B68 fær vitjan av KÍ. Fyri viku síðani tapti B68 2-1 í Gundadali ímóti HB. KÍ megnaði leygardagin 2-2 á heimavølli ímóti Skála. 2-2 var eisini úrslitið í illveðursdystinum millum KÍ og B68 í Klaksvík tunnilsleygardagin 27. apríl.
Fýra tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast FC Suðuroy at vinna. Í dag áttu vánirnar fyri sigri at verið hampuligar, tá ið EB/Streymur fer at vitja á Vágseiði. Tá ið liðini í 7. umfari hittust við Margáir, endaði tað 1-1.
Eftir uppgerðina millum bestu liðini hjá feløgunum hittast næstbestu liðini hjá B36 og Víkingi í Gundadali í kvøld. Tá ið liðini hittust í Leirvík í 7. umfari var úrslitið 1-1. Ta ferðina javnaði heimaliðið við brotssparki í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni hjá B36, sum undan dagsins umfari er á heiðursmerkjaplássi.
Í dag:
B68-KÍ: Dagfinn Forná kl. 16.00
Skála-B71: Súni Fríði Barbá kl. 17.30
B36-Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 19.15
TB-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
FC Suðuroy-EB/Streymur: Hallur Christiansen kl. 15.00
Støðan undan 16. umfari
HB 33
B68 29
B36 24
KÍ 23
Víkingur 22
Skála 21
FC Suðuroy 20
B71 14
EB/Streymur 13
TB 13