Kanal4 og Singleliv í Rex

So eru aftur reality stjørnur at síggja í Rex. Hetta vikuskiftið verður tað Mitchel frá sendingini Singleliv, sum vitjar í Rex saman við upptøkutólunum hjá Kanal4.

 

Mitchel er ein samkyndur maður, sum starvast sum modell.

 

Kanal4 upplýsir, at Mitchel elskar at verða saman við lekrum monnum. Men eftir at hansara seinasta parlag fór í vaskið, hevur Mitchel nýtt sína tíð í býnum.

 

Kanal4 sigur, at hann nú er til reiðar at finna kærleikan aftur, og kanska verður hetta í Rex í kvøld.