Eitt av høvuðsmálunum, sum Jóannes Eidesgaard, løgmaður, skal tosa við kanadiska sendiharran í Keypmannahavn, Frederica Gregory, sum kom til Føroya í gjár, er málið um kanadisku havnirnar, ið eru stongdar fyri føroyskum fiskiskipum. Harafturat er rækjufiskiskapurin í NAFO-økinum á skránni.
Onnur evni, ið løgmaður og sendiharrin fara at tosa um á felags fundinum, verða millum annað einskiljing, altjóðagerð og møguleikar fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Kanada.
Eftir fundin við løgmann, fer Fredericka Gregory at hitta Bjarna Djurholm, landsstýrismann í Vinnumálum og Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Sendiharrin fer eisini at vitja ymiskar stovnar. Millum annað Fróðskaparsetrið, Norðurlandahúsið, Altjóða skrivstovuna fyri útbúgvingar, Listaskálan, Ríkisumboðið og 8. flokk á Venjingarskúlanum.
Hetta er aðru ferð, at kanadiski sendiharrin vitjar í Føroyum. Fyrstu ferð var fyri tveimum árum síðani, tá Frederica Gregory kom fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti.
Myndatekstur:
Fredericia Gregory kom í gjár á 3-daga vitjan í Føroyum, har kanadiski sendiharrin í Danmark, umframt Jóannes Eidesgaard, løgmann, og tveir landsstýrismenn, vitjar ymsar stovnar
Mynd: Løgmannskrivstovan