Kanadiski sendiharrin vitjar

Kanadiski sendiharrin í Keypmannahavn vithar í Føroyum í hesum døgum. Frederica Gregory hevur fyrrapartin tosað við Jóannes Eidesgaard, løgmann, um millum annað føroyska rækjufiskiskapin í NAFO-økinum og ta sannroynd, at Kanada framvegis noktar føroyskum fiskiskipum at koma í kanadiska havn.

Tey skuldu eisini tosa um einskiljingar, altjóðagerð og møguleikarnar fyri at økja samstarvið millum Føroyar og Kanada. Eftir fundin við løgmann hittir Frederica Gregory landsstýrismenninar Bjarna Djurholm og Bjørn Kalsø.

Hetta er aðru ferð, at Frederica Gregory vitjar í Føroyum. Fyrru ferð var fyri tveimum árum síðani.