Kanadiskar havnir aftur opnar

Kanadiskar havnir eru ikki longur stongdar fyri føroyskum, grønlendskum og donskum trolarum Kanadisku myndugleikarnir har gjørt av, at kanadisku havnirnar ikki skulu verða stongdar fyri føroyskar, grønlendskar og danskar trolarar longur. Hetta skrivar kanadiska tíðindastovan, The Canadian Press. Kanadisku havnirnar hava verið stongdar fyri føroyingum, grønlendingum og dønum síðani desember 2004. Almenna grundgevingin hevur verið´?ólóglig rækjuveiða í altjóða sjógvi?. Kanadiski fiskimálaráðharrin, Loyola Hearn sigur við kanadisku tíðindastovuna, at Kanada vil gjarna vísa vælvild, áðrenn NAFO-fundin, sum verður í næstum. Ósemjan um rækjukvoturnar verður væntandi eitt av málinum, sum verður viðgjørt á NAFO-fundinum.