Kanada útsetir oljuboringar til 2014

Kanadiski umhvørvismálaráðharrin, Jim Prentice, fer at biðja grønlendsku myndugleikarnar um upplýsingar um tær oljuboringar, sum ætlanin er at gera í grønlendska partinnum av Davis-sundinum í ár.

Jim Prentice segði fyri nøkrum døgum síðani í samrøðu við blaðið Calgary Herald, at Kanada hevur ongar ætlanir um at bora eftir olju í teimum arktisku umráðunum fyrr enn í 2014. Hann legði afturat, at tað fer at geva myndugleikunum tíð til at taka støðu til, um teir kunnu læra nakað av óhappinum hjá BP í Meksikoflógvanum.

Sambært KNR duldi kanadiski ráðharrin ikki fyri, at kanadiumenn stúra ikki sørt fyri teimum boriloyvum, sum oljufeløg hava fingið í grønlendska partinum av Davis-sundinum.

Hann ætlar sær at taka málið upp við grønlendsk umboð, tá umhvørvismálaráðharrarnir í londunum í Arktis hittast tann 9. juni.