Kanada svarar aftur við tolli á amerikanskar vørur

Kanada fer týsdagin at seta 25 prosent í gildi, sum svar uppá amerikanska tollin, sum fór í gildi týsdagin.

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, segði á tíðindafundi týsdagin, at Kanada fer at svara beinanvegin upp á nýggjar amerikanskar tollir. - Mynd: Adrian Wyld/Ritzau Scanpix

Kanada setir 25 prosent toll á innflutning av vørum úr USA sum svar uppá amerikanska tollin, sum kom í gildi í dag.

Tað segði kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, á tíðindafundi í dag.

Tollurin kemur í gildi beinanvegin, stendur í fráboðanini.

- Tað er als eingin grundgeving ella tørvur á hesum tollinum, sigur Trudeau.

Hann leggur eisini afturat, tá hann vendir sær til amerikanska forsetan, Donald Trump, at »tað er sera tollutt« at áleggja hendan nýggja tollin.

Men um Kanada leggur toll á USA sum revsing, so er USA til reiðar at leggja eyka toll.

Hetta skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, týskvøldið danska tíð á sínum sosiala miðli, Truth Social.

- Vinarliga greið Trudeau, guvernøri í Kanada, frá, at tá hann leggur hevndartoll á USA, so hækka okkara tollir tilsavarandi beinanvegin, skrivaði Trump!

Justin Trudeau leggur dent á at tryggja, at tollur ikki verður galdandi eitt sekund longri enn neyðugt.

Á tíðindafundinum segði kanadiski forsætisráðharrin, at tað verður hart, og at tey fara at gera tað, tey kunnu, fyri at stuðla kanadiskum fyritøkum og starvsfólkum.

Ein amerikanskur tollur uppá 25 prosent á kanadiskum og meksikanskum vørum kom í gildi í morgun. USA hevur eisini hækkað tollin á innflutningi av kinesiskum vørum úr 10 upp í 20 prosent.

Grundgevingin hjá Trump fyri at seta tollin á er, at rúsevni streyma inn í USA úr Meksiko og Kanada á einum "sera høgum og óhóskandi støði".

Trump hevur ákært bæði londini fyri ikki at gera nóg mikið fyri at steðga streyminum av fentanyl og tilflytarum til USA.

Meksikanski forsetin, Claudia Sheinbaum, segði eisini í dag, at landið fer at svara aftur upp á nýggja amerikanska tollin.

Stjórn hennara fer at svara aftur við tolli og øðrum tiltøkum, stendur í fráboðanini.

Trudeau leggur eisini upp til, at Kanada fer at svara aftur við øðrum tiltøkum, um tollurin heldur fram.

Hann sigur eisini, at Kanada fer at hyggja eftir nýggjum hættum at samstarva við Meksiko.

Kanadiski forsætisráðharrin væntar at tosa við amerikanska forsetan komandi dagarnar, men hann sigur á tíðindafundinum, at tað er ikki serliga greitt, hvat Trump ynskir at náa.

Men sambært tíðindastovuni AFP á tíðindafundinum sigur hann, at Trump vil hava kanadiska búskapin at kollapsar, so tað verður lættari at "taka" landið.

Donald Trump hevur áður sagt, at hann heldur, at Kanada eigur at vera 51. staturin í USA.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, segði á tíðindafundi týsdagin, at Kanada fer at svara beinanvegin upp á nýggjar amerikanskar tollir. - Mynd: Adrian Wyld/Ritzau Scanpix