Kanada ov lítla virðing fyri upprunafólkinum

Myndugleikarnir í Kanada leggja ikki nóg stóran dent á at verja rættindini hjá sínum upprunafólki. Tað skrivar Amnesty International í einari frágreiðing. Sagt verður, at myndugleikarnir í Kanada hava ikki nóg stóra virðing fyri rættindunum hjá upprunafólkinum, og at tað kemur millum annað til sjóndar, tá myndugleikarnir luta út loyvi at útvinna ymisk ráevni.

Sambært grønlendska kringvarpinum er hetta ikki fyrstu ferð, at Amnesty International fýlist á tann kanadiska politikkin mótvegis upprunaminnilutunum.

AI hevur fyrr víst á, at oljufeløg eru floppin at útvinna olju og gass í statinum Alberta, uttan at fólkið har tók undir við tí. Harumframt hevur felagsskapurin hartað Kanada fyri at gera ov lítið fyri at verja minnilutakvinnur.