Kanada hevur stongt sína sendistovu í iranska høvuðsstaðnum Teheran og hevur biðið starvsfólkið á iransku senditsovuni í Kanada fara haðani. Kanadiska stjórnin sigur, at hon stúrir fyri trygdini hjá starvsfólkinum á sendistovuni í Teheran og hevur tí valt at lata hana aftur.
Harafturat fýlist Kanada á, at Iran styðjar stýrið í Sýrialandi, og at iranska leiðslan hevur hótt Ísrael fleiri ferðir.
Kanadiski uttanríkisráðharrin, John Baird (myndin), sigur, at kanadiska stjórnin metir Iran sum eina ta størstu hóttanina ímóti friði og trygd í heiminum.
Sum skilst hevur starvsfólkið á iransku sendistovuni í Ottawa fingið boð um at fara úr Kanada innan fimm samdøgur.










