Kanada kann koma í kreppu

Kanadiskir búskaparfrøðingar ávara nú um, at Kanada kann fáa so stórar búskapartrupulleikar, at landið kann koma í kreppu. Ávaringin kemur frá búskaparfrøðingunum Derek Holt og Karen Cordes Woods, sum arbeiða í bankanum Bank of Nova Scotia.

Tey bæði vísa, at tann stóra skuldarkreppan í evrulondunum í Evropa ávirkar viðurskiftini í Kanada, og at trupulleikarnir í USA hava serliga stóra ávirkan, tí útflutningurin til USA hevur alstóran týdning fyri kanadiska vinnulívið. Eitt tekin um trupulleikar er, at íløguhugurin er minkaður munandi, siga tey.

TD Bank í Toronto væntar, at búskaparvøksturin í Kanada verður 2,2 prosent í ár og 1,9 prosent næsta ár. Tað er umleið eitt hálvt prosentstig minni enn fyrr mett, skrivar blaðið Calgary Herald.