Kanada fyrireikar seg til oljudálking

Kanada fyrireikar seg til eina komandi oljuvinnu norðuri í tí arktiska økinum, og í hesum sambandi hava myndugleikarnir júst havt eina venjing í Resolute Bay. Har hava teir hava roynt eina tilbúgvingarskipan, sum skal setast í verk, um olja lekur úr einum tangaskipi, og hvussu oljan skal takast upp av sjónum og úr fjøruni.

Kanadiski fiskimálaráðharrin, Gail Shea, vísir á, at støðugt fleiri skip sigla ígjøgnum Útnyrðingsleiðina, og at tað tí er neyðugt at fyrireika seg til tað, sum kann henda.

Samstundis skuldi venjingin vísa, hvussu samarbeiðið ímillum teir ymsu myndugleikarnar skal skipast.