Kanada fer ikki at taka undir við einum uppskoti um, at ST skal viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land. Tað sigur Stephen Harper, forsætisráðharri, í sambandi við, at palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur sagt, at palestinar fara at søkja um limaskap í ST.
Sum skilst ætla palestinar at leggja málið fyri ST-aðalfundin, sum verður í næstum.
-Eitt stig sum hetta fer ikki at virka fyri varandi friði í Miðeystri. Tvørturímóti halda vit tað vera skeivt, og tí fara vit at atkvøða ímóti, kemur málið fyri ST, segði Stephen Harper við tíðindafólk í gjárkvøldið.
Amerikanska stjórnin hevur kunngjørt, at USA fer at brúka sýtingarrættin ímóti einum uppskoti um at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land.










