Kanadiska løgreglan veit í dag at siga, at tíggju fólk eru dripin og í minsta lagi 15 eru særd við knívi í morgun.
Tíðindastovan Reuters sigur, at óhugnaligu hendingarnar fóru fram í Saskatchewan-landslutinum.
Á tíðindafundi í Kanada seinnapartin í dag, segði løgreglukvinnan, Rhonda Blackmore, at tey arbeiða á 14 ymiskum støðum.
- Tí er eisini møguligt, at talan kann vera um fleiri offur, veit National Post at siga.
Rhonda Blackmore sigur, at tað eru fleiri støð, har brotsgerðirnar eru framdar.
Sambært kanadisku løgregluni, sum hevur sent út tíðindaskriv, er mangt, sum bendir á, at drápini eru tilvildarlig.
Álopini byrjaðu sambært løgregluni í James Smith Cree Nation, sum er eitt friðað øki fyri kanadisk upprunafólk.
##med2##












